Samandráttir: Páll skoraði sigursmálið

15. sept. 2023 | Betri deildin - menn

MENN: Toppskjúttin í Betri deildini, Páll A. Klettskarð, kom á vøllin í seinna hálvleiki og syrgdi fyri, at KÍ vann sær øll trý stigini, sum helst eisini fara at hava við sær, at teir bláu aftur í ár verða føroyameistarar.

HB – KÍ 1-2
Fríggjadagin 15. september
Gundadalur, Tórshavn