Síggj allar dystirnar í MeistaraDeildini við Stórapakka+ 

20. feb. 2026 | Tíðindi

Áttanda árið á rað verður føroyskur fótbóltur vístur beinleiðis í Televarpinum. Komandi kappingarár verða allir 135 dystirnir í MeistaraDeildini hjá monnum vístir á Stórapakka+ hjá Televarpinum. Harumframt verða einstakir dystir í MeistaraDeildini hjá kvinnunum vístir hvørt umfar.

Við Stórapakka+ fáa kundar eisini allar rásirnar hjá Televarpinum, umframt stroymingstænasturnar Viaplay Premium, TV2 Play Favorit + Sport og Nordisk Film.

Dystirnir í MeistaraDeildini verða vístir á R1, R2, R3, R4 og R5. Hetta merkir, at kundar við Grundpakka, Familjupakka og Stórapakka framvegis fáa atgongd til útvaldar dystir úr MeistaraDeildini.

Eftir hvørt umfar verða hæddarpunkt frá dystunum tøkt á appini hjá Televarpinum, IPTV og á Rás1. Hæddarpunktini frá MeistaraDeildini hjá kvinnum verða eisini at síggja á tv.fo.

Ikki longur møguligt at keypa einstakar dystir 

Undanfarin ár hevur borið til at keypa einstakar dystir á netinum. Komandi kappingarár eru tað einans kundar við haldi hjá Televarpinum, sum hava atgongd til allar dystirnar í MeistaraDeildini umvegis Stórapakka+. 

Keyp ella uppstíga títt hald í Telebúðunum kring landið ella tv.fo.

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.