U21: Føroyar vunnu á Íslandi

10. sept. 2025 | Tíðindi

U21 EM-undankapping: Føroyar vunnu 2-1 á Íslandi. Støðan í hálvleikinum var 2-0 til Føroyar. Mattias Hellisdal legði Føroyar á odda 1-0, tá ið bara tríggir minuttir vóru farnir. Tá ið eitt gott korter var spælt økti Áki Samuelsen til 2-0. Ísland stríddist fyri at svara aftur, men tað eydnaðist bara at skora tað eina málið, sum kom, tá ið 62. minuttir vóru farnir.

Við sigrinum hava Føroyar fult stigatal fyri tveir dystir í hesari EM-undankappingini. Í juni mánaði vunnu Føroyar 2-1 á Estland.

Føroyar spæla aftur 9. septemer. Tá møta vit Luksemborg á útivølli.

Ísland- Føroyar 1-2
Hósdagin 04. september

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.