Upptakt: B36

11. feb. 2025 | Betri deildin - menn

Betri Deildin: Tað eru nýggjar tíðir í B36, har tað hevur verið stór útskifting í hópinum í vetur. B36 endaði á einum fimta plássi í fjør og fingu eitt silvurheiðursmerki í steypakappingini. Hetta gjørdi samstundis, at teir hvítu og svørtu ikki skulu spæla evropeiskan fótbólt í summar.

Tað verður tí ein samanseting av ungum, lokalum spælarum og eldri spælarum við nógvum royndum.

Nýggi venjarin, Jákup Martin Joensen, hevur góðar vónir til komandi kappingarárið, og gleðir seg til uppgávuna.

Sí samrøðu við Jákup Martin niðanfyri.

Upptakt: B36