Upptakt: Føroyar - Portugal

10. okt. 2024 | Betri deildin - menn

Fríggjadagin spælir føroyska U21 landsliðið á heimavølli móti Portugal. Dysturin er í Klaksvík og byrjar klokkan 16:00.

Í føroysku leguni eru teir fullgreiðir yvir, at talan er um eina sera sterka mótstøðu. Portugal er sterkasta liðið í bólkinum, og tá liðini møttust seinast, vann Portugal 4-0. Tað sá leingi gott út hjá føroyska liðnum, men seinastu minuttirnar skrædnaði.

Fríggjadagin eru portugisar á vitjan í Klaksvík, og júst tað kann verða ein fyrimunur hjá heimaliðnum. Tá verður grasvøllur og hiti, skift út við graslíkisvøll og kulda.

Venjarin, Eyðun Klakstein, fegnast um at hava fleiri av lyklaleikarunum tøkar aftur, men ásannar at tað er ein torfør uppgáva fyri framman. Liðformaðurin, Noah Mneney, gleðir seg til at spæla móti stjørnunum úr Portugal.

Sí samrøður við Eyðun og Noah niðanfyri.

Upptakt: Føroyar – Portugal