Upptakt: KÍ - B36

3. jul. 2024 | Betri deildin - menn

Hósdagin skal Magne Hoseth aftur til Klaksvíkar. Hesaferð sum venjari hjá B36.

Magne Hoseth fekk góð úrslit í fjør, tá hann var venjari hjá KÍ. Hann vann føroyameistaraheitið og fekk eisini KÍ við í bólkaspælið í Conference League.

Nú er støðan tó ein onnur – bæði hjá KÍ og Magne Hoseth. Dámligi norski venjarin varð seldur til Lyngby í januar, har hann síðani bleiv uppsagdur eftir 50 dagar. Hann er nú aftur í Føroyum og hevur framvegis ikki tapt nakran dyst sum B36 venjari.

Klaksvíkingar eru hinvegin undir einum ávísum trýsti undan dystinum móti B36. Teir bláu hava ikki verið eins sannførandi í ár, og liggja í løtuni á einum triðja plássi. Teir eru seks stig aftanfyri HB, sum liggur nummar tvey, og níggju stig aftanfyri oddalið, Víking.

Vit hava tosað við venjararnar hjá báðum liðunum, sum báðir gleða seg til dystin. Eisini hava vit fingið orðið á Agnar Prestá, ítróttaskrivari hjá Portal.fo, sum metir um dystin millum KÍ og B36.

Dysturin byrjar hóskvøldið klokkan 18:30, og verður vístur á Rás1.

Sí innslagið niðanfyri.

Upptakt: KÍ – B36