Upptakt: Víkingur - HB

22. aug. 2024 | Betri deildin - menn

Stóri spurningurin er hvørt tað verður Víkingur ella HB, sum enda í finaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrra hálvfinalan varð spæld í Gundadali, og tann dystin vann HB 1-0, við máli, sum Jakob Johansson skoraði.

Seinna hálvfinalan skuldi eftir ætlan avgreiðast 19.juni, og ein roynd varð eisini gjørd fyri at spæla dystin. Men hóast kalendarin segði at tað var hásummar, so gjørdi vindur og regn, at tað ikki var møguligt at spæla allan dystin. Eftir 70 minuttir blásti dómarin, Eiler Rasmussen, dystin av.

Nú skal nýggjur dystur spælast, og spenningurin er stórur undan seinnu hálvfinaluni.Vit hava hitt vinstrabakkin hjá HB, Ása Dam, og høgra bakkin hjá Víkingi, Ari Olsen, ið báðir ætla sær eitt finalupláss.

Eisini hava vit tosað við Eyðun Klakstein, U21 landsliðsvenjari, sum væntar ein tættan dyst, har hann tó væntar at Víkingur fer avstað við sigrinum.

Sí innslagið niðanfyri.

Upptakt: Víkingur – HB

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.