Upptakt: Víkingur - HB

4. jul. 2024 | Betri deildin - menn

Stórur spenningur er undan dystinum í Sarpugerði, har nummar eitt og tvey í Betri Deildini møtast. Hetta er seinasti dystur undan summarsteðginum, og samstundis kann dysturin verða avgerandi fyri FM stríðið.

Víkingur er fremst við 42 stigum. Teir reyðsvørtu úr Havn eru nummar tvey við 39 stigum.

Við einum sigri, kann Víkingur taka enn eitt stórt fet móti fyrsta føroyameistaraheitinum síðani 2017. Víkingarnir hava verið sannførandi í alt ár, og hava bara tapt ein dyst í Betri Deildini.

Skal HB fylgja við Víkingi í kappingini um FM, so er ein sigur nærum eitt krav. Seinsta umfar tapti HB óvænta móti B68, og eru teir nú trý stig aftanfyri Víking. Tí er eitt ávíst trýst á havnamonnum undan dystinum í Norðagøtu.

Vit hava hitt báðar málverjarnar, sum báðir gleða seg til dystin hóskvøldið. Eisini hava vit tosað við Agnar Prestá, ítróttaskrivari hjá Portal.fo, sum væntar ein tættan dyst.

Dysturin byrjar hóskvøldið klokkan 18:30, og verður vístur á R5.

Sí innslagið niðanfyri.

Upptakt: Víkingur – HB