VIDEO: - Eg mátti finna mær nýggjar leiðir

17. mar. 2023 | Betri deildin - menn

MENN: Eftir tvey á í norskum fótbólti, er Jann Benjaminsen nú í B36. Tá tað ikki eydnaðist at fáa sáttmála við felag í næstbestu norsku deildini, so valdi Jann at venda heim aftur. Jann var gestur í sendingini ‘Flytingarvindeygað letur aftur’, har hann fekk eitt gott prát við Trónd Arge og Agnar Prestá. Sí samrøðuna niðanfyri.