Víkingur er í steypafinaluni

8. sept. 2024 | Betri deildin - menn

KVINNUR: Jensia Tórolvsdóttir gjørdi nógv um seg í seinnu hálvfinaluni millum Víking og B36. Jensia skoraði hatrikk í 5-0 sigrinum hjá Víkingi. Hini bæði málini skoraðu Mona Rasmusdóttir og Rakul Sørensen. Sigurin hevur við sær, at Víkingur samanlagt vinnur 9-0 á B36, og hevur tryggjað sær pláss í steypafinaluni, sum verður ímóti antin NSÍ ella HB.

Seinna hálvfinalan millum NSÍ og HB verður 26. september.

Steypafinalan verður á Tórsvølli 5. oktober.

Víkingur – B36 5-0
Sunnudagin 08. september
í Sarpugerði, Norðragøta