Vóru nær við at fáa javnleik móti Portugal

11. okt. 2024 | Betri deildin - menn

Hæddarpunkt: Føroyska U21 landsliðið var ógvuliga nær við at spæla javnleik móti Portugal við Djúpumýru í Klaksvík í kvøld.

Støðan var 1-1 í hálvleikinum. Olaf Bárðarson legði Føroyar á odda 1-0 við beinleiðis hornasparki, tá ið tveir minuttir vóru farnir. Tá ið 37 minuttir vóru farnir javnaði Fábio Silva fyri Portugal.

1-1 støðan helt sær líka til 86. minutt. Tá legði Gabroel Brás Portugal á odda 2-1. Løtu seinni økti Paulo Bernardo til endaliga úrslitið, sum bleiv 3-1 til Portugal.

Føroyar U21- Portugal U21 1-3
Fríggjadagin 11. oktober
við Djúpumýru, Klaksvík