Hvar finni eg vegleiðingar til Televarpskassan FT001-HD?
Ofta settir spurningarHer er føroysk vegleiðing til kassan
Her er ensk vegleiðing til kassan
Manuell rásskanning:
Tú finnur Channel Scan við at trýsta á Menu á fjarstýringini og síðan fara undir Installation.
Menu –> Installation –> Channel Scan
- Undir CH No kanst tú leita eftir frekvensunum/tíddunum. Yvirlit yvir rásirnar og tíddirnar finst undir Sendistøðir.
- Leita á CH No til Strength og Quality vísir grønt. Tað tekur nøkur sekund áðrenn hesi koma fram.
- Tá ið tú ert liðug/ur við stillingarnar, flyt ljósbjálkan til “Search” (Leita) og trýst [OK] knøttin, so fer at skanna.
- Á “Channel Scan” (Rásskanning) trýst [Exit] knøttin at fara úr skanningini og goyma nýggju tølini. Endurtak hetta fyri allar 4 MUXarnar/frekvensirnar á tíni sendistøð