Hvussu fái eg Viaplay?

Ofta settir spurningar

Tú fært Viaplay ókeypis, um tú hevur Stórapakka+, Stórapakka ella Familjupakka. Tú fært Viaplay Total, um tú hevur Stórapakka+, og tú fært Viaplay Film & Serier, um tú hevur Stórapakka ella Familjupakka.

Hevur tú Viaplay-brúkara frammanundan, er umráðandi, at tú strikar brúkaran, áðrenn tú stovnar Viaplay gjøgnum Televarpið. Tú kanst fylgja vegleiðingini her.

Fyri at skráseta teg sum brúkara hjá Viaplay, skalt tú fyrst rita inn á Sjálvgreiðsluna hjá Televarpinum. Trýst her fyri at fara til sjálvgreiðsluna. Hevur tú ikki stovnað tær ein brúkara, kanst tú fylgja vegleiðingini her.

Tá tú hevur ritað inn á sjálvgreiðsluna, finnur tú leinki á forsíðuni. Leinki eitur “Stovna Viaplay her”. Eftir at tú hevur trýst á leinkjuna, verður tú biðin um at tryggja, at rætti teldupostur og rætt fartelefonnummar eru knýtt at sjálvgreiðsluni. Til síðst fært tú teldupost við leinki til skrásetingarsíðuna hjá Viaplay og sms við trygdarkotu.

Tá tú kemur á skrásetingarsíðuna:

  1. Tryggja tær, at rætti veitari (leverandør) er valdur. Her skal Televarpið standa.




  2. Tryggja tær, at røtt virkjunarkota er í fyrsta kassanum. Virkjunarkotuna finnur tú í teldupostinum.


  3. Tøppa trygdarkotuna inn, sum tú hevur fingið sendandi við sms á telefonnummarið, tú hevur skrásett í sjálvgreiðsluni.


  4. Tøppa teldupostin inn, sum tú ynskir at rita inn við á Viaplay og trýst síðani á Forsæt og fylg vegleiðingini á skíggjanum.


  5. Tá tú hevur upprættað brúkara á Viaplay, kanst tú rita inn á viaplay.dk, Viaplay appini til iOS og Android ella PlayStation 4 og njóta tað, sum Viaplay hevur at bjóða.

Hjálp

Antenna
IPTV
App og netvarp
Betri deildin
Viaplay
Annað
Vegleiðingar
{{ hit.title }}