
Fá Viaplay Premium við Stórapakka+
Sum Stóripakki+ kundi fært tú nú atgongd til Viaplay Premium.
Hetta merkir, at tú nú verður uppstigaður frá Viaplay Total til Viaplay Premium.
Viaplay broytti fyri einum ári síðani innihaldið í teirra pakkum. Hetta gjørdi at tey, ið høvdu Viaplay, umvegis Televarpið, ikki longur sóu hæddarpunkt úr Premier League, beinleiðis fótbólt úr donsku 1. Division og ymiskt annað.
Men nú kunnu Stóripakki+ kundar gleða seg og aftur síggja feskastu hæddarpunktini úr Premier League. Umframt tá Adrian Justinussen, Meinhard Olsen og hinir gera um seg í donksu 1. division og sjálvandi tá okkara stóru hondbóltsstjørnur vísa síni kynstur í týsku Bundesliguni.
Hvat skalt tú gera og kostar tað?
Alt hetta fært tú uttan at lyfta ein fingur, tí tú verður sjálvvirkandi uppstigaður til Viaplay Premium.
Um tú ikki longu hevur knýtt Viaplay at tínum haldi, kanst tú gera tað á sjálvgreiðsluni.
Ein vegleiðing til hvussu tú ger tað er HER
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til okkara á 340 340.
HALD
Her er alt fyri øll og sindur afturat. Vel haldið, sum hóskar til tín, og avgerð, um tú vilt síggja Televarpið gjøgnum antennu ella IPTV. Les meira um IPTV undir haldunum.
