
Um haldini
Alt frá A til Oy
Televarpið vil vera Føroya størsta undirhaldskelda. Vit leggja stóran dent á at veita breitt úrval av sjónvarpsrásum, og tí hava vit hald, sum eru á tremur við nógvum spennandi og undirhaldandi rásum. Vel millum Stórapakka+, Stórapakka, Familjupakkan ella Grundpakkan. Síggj haldini her.
Netvarp og app
Televarpið er ikki einans undirhald í sjónvarpinum. Televarpið er eisini undirhald í netvarpinum á tv.fo og í Televarpsappini, sum tú tekur niður sum allar aðrar appir inni á App Store ella Google Play. Fyri at rita inn á netvarpið og Televarpsappina skalt tú fyrst stovna brúkara í Sjálvgreiðsluni. Les meira um tað her.
Tá ið tú hevur stovnað brúkara, sært tú allar rásirnar, ið títt hald hevur, á netvarpinum og appini. Øll haldini hava rásir, ið bara eru tøkar á netvarpinum og appini, og tí viðmæla vit øllum at gera sær dælt av møguleikanum.
Tørvar tær hjálp við netvarpinum og appini, kanst tú fara til ofta spurdu spurningarnar her.

Mál og føroyskur ítróttur á appini
Antenna ella IPTV
Tá ið tú bíleggur Televarpið, kanst tú velja Televarpið gjøgnum antennu ella sum IPTV. Antenna er nokk tað vanliga, tú kennir til. Har sært tú upp til 34 rásir í sjónvarpinum, umframt at tú fært eyka rásir, sum einans eru tøkar á netvarpinum á tv.fo og Televarpsappini.
Keypir tú Televarpið gjøgnum antennu krevst antenna, Televarpskort og modul/Televarpskassi. Tá kanst tú síggja sjónvarp á tveimum sjónvarpum og á upp til fýra tóleindum samstundis.
IPTV er vegurin fram, tí tað ger alt snildari og betri. Tað eru fleiri fyrimunir, sum lyfta sjónvarpsupplivilsið upp á eitt nógv hægri støði. IPTV merkir í stuttum, at tú brúkar títt breiðband at hyggja í sjónvarp við. Við IPTV er eingin antenna, og tú fært atgongd til fleiri snildar tænastur, umframt at tú sært allar rásirnar í sjónvarpinum.
Við IPTV sært tú allar rásirnar í sjónvarpinum, umframt at nærum allar rásir eru í HD-goðsku. Harafturat fært tú atgongd til fleiri snildar tænastur, so sum at fara “Aftur í tíð” upp til 48 tímar, “Byrja sending av nýggjum” og seta sending á pausu.
Til hetta krevst serstøk IPTV-boks, sum tú keypir frá Televarpinum, eitt breiðbandssamband upp á í minsta lagi 30Mbit og kaðalsamband millum IPTV-boks og WiFi-beinara. Harumframt er umráðandi, at beinarin hevur røttu tøknina. Vit viðmæla FRITZ!Box 7583 og Zyxel VMG3625-T50B.

Mál og føroyskur ítróttur á appini
Porro quo doloremque ullam dignissimos, temporibus odit? Quidem enim tempore voluptatem quos asperiores nostrum consequatur facilis provident. Magni amet minus expedita qui placeat necessitatibus, cum nihil! Temporibus a placeat odit earum perspiciatis minima numquam beatae nesciunt dolorum quas. Repellendus qui odio sed ipsam officia velit veritatis asperiores dicta labore in perspiciatis nesciunt eum, consectetur neque possimus, omnis earum voluptates sapiente, assumenda rerum corrupti?
Rerum temporibus tempore animi! Obcaecati quam voluptate ulla.
Lorem ipsum dolor sit amet consectetur adipisicing elit. Provident at id quidem, hic itaque sit quibusdam doloremque cupiditate ex ipsum non neque aspernatur maxime delectus quisquam adipisci iusto animi minus commodi recusandae nobis. Fugit ut, maxime sequi voluptates quas eum minus iure dicta vero consequatur assumenda fugiat praesentium cumque aliquam. Tempore voluptatum illo veritatis, maiores, non qui itaque excepturi veniam alias modi voluptatibus.